Rossini á Skoradali


Forlag: Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 1990
Prísur: 50.00
ISBN:
Rithøvundi: Ólavur Michelsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 24

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Reyði greðingurin setti alt í einum í eitt gneggj og fór tvísporandi niðan brekkuna.
Breið var bringa hansara, og reystur av høvuðburðurin - summarmegin leikaði í kimiligum vøddum. Í hølunum á Reyða fór allur riðilin niðan gjøgnum brekkuna og stóð brátt sum skorin í bláa loftið á Vatndalsegg.
Tá Reyði sá oman á vatnið Oman Stígar, setti hann aftur í eitt gneggj, og svarað var aftur har niðri. Hann kendi málið og setti enn meiri ferð á - hann nam lítið við jørðina, og lívsfýsnið leikaði í hvørji æðr. Ryssan, ið svaraði aftur har niðri, hevði fylgt honum mangan summardagin, og bæði høvdu tey av Streymoyarfjøllum rætt hevur móti hini rísandi sól og gneggjað í alvaldandi gimd.