Andøvsløtan 2017 rætt og slætt


Forlag: Egið
Útgávuár: 2017
Prísur: 190.00
ISBN: 978-99918-3-531-0
Rithøvundi: Óli Breckmann
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 352

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin er 352 bókasíður og fevnir eini 270 tíðindabrot snøggað til stuttar greinar.

Einar 200 greinar fylla bert eina bókasíðu, um 280 orð í miðal, hvør. Hinar 70 greinarnar kunnu vera upp í 2-3 síður hvør.

Greinarnar um útlendsk viðurskifti munu vera besta innleiðsla í aktuell evni, ið eru torfunnin á prenti í øðrum miðlum, ritum ella bókum. Snøgt sagt ein kraftkelda av undirhaldi og vitan.

Fleiri greinar snúgva seg um aktuell føroysk mál og so um høvuðsvinnur Føroya, fiskiskap, fiskavirking, fiskaaling, atknýtt virki, flutningsvinnu og fyritøkur, ið standa fyri dastinum av tí útflutningi, sum hýsir, føðir og klæðir flestar føroyingar.

Hvør grein er lætt lisin og nógvar prýddar við litmyndum.

Bókaútgávan ?Andøvsløtan 2017, Rætt og Slætt? kundi samanumtikið eisini borið heitið: ?Føroya og heimsins sanna støða?.

Okkurt av lesnaðinum, bæði til gamans og álvara, er ikki fyri broysknar sálir. (Men luktisalt og kamferdropar fáast á Apotekinum at taka afturvið).