Tær bygdu land


Forlag: Tjørnustova
Útgávuár: 2017
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-837-5-5
Rithøvundi: Óli Jacobsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 298

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Aftaná eitt ótal av bókum um menn kemur endiliga ein bók um kvinnur. Óli Jacobsen hevur skrivað bókina, har 20 kvinnur føddar millum 1890 og 1932 greiða frá sínum lívi og gerandisdegi, sum uttan at siga ov nógv er sera ymiskur frá okkara gerandisdegi í dag.

Dømi úr bókini:
- Mathilda í Kaldbak rak eitt danskt barnaheim fyri 100 árum síðani
- Anna fór til gongu við rossi úr Norðradali til Havnar til handils
- Mathilda á Eiði misti tveir brøður í sama skipbroti og kundi tí ikki konfirmerast í hvítum kjóla
- Johanna Mathea seymaði kjóla til drotning Ingrid
- Johanna hoyrdi ikki frá dronginum í fimm ár, eftir at hann var tikin í Russlandi
- Brynhild sá jólaskipið søkka í Fugloyarfirði
- Marin ferðaðist til gongu og við báti at koppseta føroyingar móti tuberklum