Ferðamaður í egnum heimi


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99972-1-241-2
Rithøvundi: Tóroddur Poulsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 84

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tóroddur Poulsen er ferðamaður í egnum heimi


Sjálvt um dreymakendu inngangsorðini um náttarbørnini, sum lofta eygnasteinar, benda á kendar surrealistiskar leiðir, er eisini okkurt nýtt í seinasta yrkingasavninum hjá Tóroddi Poulsen, Ferðamaður í egnum heimi.

Henda heimin hava vit havt innlit í síðani yrkjarin og listamaðurin gav sítt fyrsta yrkingasavn út í 1984.

Poetiski og listarligi heimurin hjá Tóroddi Poulsen er bæði sjáldsama samanhangandi og fjølbroyttur og í nýggja savninum tekur hann enn eitt stig móti teirri fullkomnu abstraktiónini, samstundis sum hann er heilt niðri á jørðini, tá ið hann á gløggskygdan hátt viðmerkir nútíðarsamfelagið.