Faldalín


Forlag: Fannir
Útgávuár: 1988
Prísur: 200.00
Rithøvundi: Marianna Debes Dahl
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 196

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tey vóru skerdir fuglar. Og Tungar leinkjur bundu tey niður at jørðini. Tey slabba seg framá við tungum fetum, uttan hug, uttan gleði. Tí mugu tey, tá ið tey hava dvølst saman eina løtu, fáa sær ein lítlan. Stimbra seg onkursvegna.
Kjakast, næstan eldhugað. Syngja. Kanska eisini syrgja eitt sindur. Meðan barndómsins grønu líðir verða sprongdar í luftina. Meðan ætlanirnar hamskiftast og verða til stór glashús, trevjuhallir og ringvegir. Meðan vónirnar verða rullaðar saman og lagdar inn á baksetrið í fínum bilum.
Meðan dreymarnir verða sópaðir saman í dungar og tveittir niður í tær risastóru lastirnar á deimun dýru skipunum, sum síðani loysa frá landi og sigla langt, langt burtur við teimum.