Herskin herðindi


Forlag: Selheygur
Útgávuár: 2017
Prísur: 349.00
ISBN: 978-99918-3-516-7
Rithøvundi: Arnstein Niclasen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 469

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin ber heitið: Herskin herðindi- millum tvey lond um æru og atsóknir - fyri 601 krónu og hálvtrýss oyru.Rithøvundur er Arnstein Niclasen.



Høvundurin lýsir við hepnari hond - ikki bara søgugongdina undir læknastríðnum, sum hann upplivdi og var ein partur av, við eitt nú at verða við til at leggja ?Barm? út sum stongsil fyri Klaksvíkar Havn.



Men hann hevur eisini við í bókini mong upplýsandi djúptøkin og skemtilig strok um lokalar og politiskar høvuðspersónar undir hesum herviligu herðindunum.



So sum um forsætisráðharrarnar Hans Hedtoft, H.C. Hansen og Viggo Kampmann og landsstýrismenn sum Kristian Djurhuus, Hákun Djurhuus, Richard Long, Edward Mitens o. fl., umframt loftnaðar embætismenn, og so lokalar oddafiskar sum eitt nú um Jógvan Fr. Kjølbro, Fischer Heinesen, Robert Joensen, Olaf Halvorsen, Viggo Joensen, Richard Jacobsen, Poul J. Olsen, Poul Skarðenni og Eivind Rubek Nielsen v.m.



Rættargongdir, ákærur og fongsulsdómar vera lýstir og umrøddir, sum nøkur fólk fingu at bera fyri alla fjøldina, hesi sum rættiliga tilvildarliga blivu útvald og atsøkt av ákærumyndugleikunum ríkisins.



Stílurin í bókini er lættur og livandi. Álvarsemi og skemt samantvinnað við mongum fotomyndum og skemtiligum brotum, eisini við myndum frá William Heinesen og av Óla P.