Havið


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2000
Prísur: 298.00
ISBN: 99918-0-248-7
Rithøvundi: Bogi Hansen
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 232

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Í Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini av tí, sum er undir sjónum – átti ein sovorðin bók at havt almennan áhuga. Bókin er í trimum pørtum, ið eru ætlaðir av vera ein samanhangandi heild, tó at hvør parturin kann væl vera lisin fyri seg. Fyrsti partur er almennur um hav og sjógv yvirhøvur, um heimshøvini, um ljós og ljóð, aldur, streym, sjóvarblanding og um sjóvarfallið og rákið í heimshøvunum. Annar partur í bókini viðger tær føroysku havleiðirnar, bæði innari og ytri, botnviðurskifti og streymar, tey ymisku sjósløgini norðanfyri, eystanfyri, vestanfyri og tað sermerkta við Hetlands- og Bankarennuni sunnanfyri, rák, lív og sjóvarhiti og broytingar eftir árstíðum og eftir áramáli. Eisini teir føroysku firðirnir vera viðgjørdir rættiliga gjølla, eitt nú lagbýti og rák í firðum, teir føroysku gáttarfirðirnir og súrevnistrotið, sum har kann vera. Triði partur nemur við vistfrøðiligar spurningar, so sum fortreytir fyri gróðri í sjónum alment, um samanhang millum sjóvarblanding og gróður, um gróðurin í sjónum undir Føroyum serstakliga og um toskagýtingina á føroyskum havleiðum í tí sambandinum. Viðgjørd verða ymisk sløg av havdálkan og eitrandi evnum, hvussu tey eitrandi evnini flytast í sjónum, og hvussu støðan er viðvíkjandi havdálkan á okkara leiðum. At enda viðger høvundurin veðurlagsbroytingarnar í farnari tíð, viðger sambandið millum veðurlag og hav, jørðina sum vakstrarhús og menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar. Innihaldið í bókini er hóskandi til undirvísing, eitt nú í miðnámsskúlum og hægri skúlum, men bókin er soleiðis skrivað, at eisini aðrir skúlar, t.d. framhaldsdeild fólkaskúlans og fólkaskúlalærarar, kunnu brúka burtur úr bókini til undirvísingina ella sum stuðul í undirvísingini. Sjálvur hevur høvundurin brúkt partar í bókini í egnari undirvísing. Í bókini er ein hópur av frágreiðandi grafiskum myndum, ið høvundurin hevur gjørt, og sum gera bókina nógv lætttari at lesa. Eisini er bókin prýdd við fotomyndum av dýrum og plantum, ið høvundurin sjálvur hevur tikið, og sum sýna fagurleikan og margbroytni í sjónum við havsins botn. Aftast í bókini er eitt yvirlit við hentum leitorðum.

Frágreiðing
Í Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini av tí, sum er undir sjónum – átti ein sovorðin bók at havt almennan áhuga. Bókin er í trimum pørtum, ið eru ætlaðir av vera ein samanhangandi heild, tó at hvør parturin kann væl vera lisin fyri seg. Fyrsti partur er almennur um hav og sjógv yvirhøvur, um heimshøvini, um ljós og ljóð, aldur, streym, sjóvarblanding og um sjóvarfallið og rákið í heimshøvunum. Annar partur í bókini viðger tær føroysku havleiðirnar, bæði innari og ytri, botnviðurskifti og streymar, tey ymisku sjósløgini norðanfyri, eystanfyri, vestanfyri og tað sermerkta við Hetlands- og Bankarennuni sunnanfyri, rák, lív og sjóvarhiti og broytingar eftir árstíðum og eftir áramáli. Eisini teir føroysku firðirnir vera viðgjørdir rættiliga gjølla, eitt nú lagbýti og rák í firðum, teir føroysku gáttarfirðirnir og súrevnistrotið, sum har kann vera. Triði partur nemur við vistfrøðiligar spurningar, so sum fortreytir fyri gróðri í sjónum alment, um samanhang millum sjóvarblanding og gróður, um gróðurin í sjónum undir Føroyum serstakliga og um toskagýtingina á føroyskum havleiðum í tí sambandinum. Viðgjørd verða ymisk sløg av havdálkan og eitrandi evnum, hvussu tey eitrandi evnini flytast í sjónum, og hvussu støðan er viðvíkjandi havdálkan á okkara leiðum. At enda viðger høvundurin veðurlagsbroytingarnar í farnari tíð, viðger sambandið millum veðurlag og hav, jørðina sum vakstrarhús og menniskjaskaptar veðurlagsbroytingar. Innihaldið í bókini er hóskandi til undirvísing, eitt nú í miðnámsskúlum og hægri skúlum, men bókin er soleiðis skrivað, at eisini aðrir skúlar, t.d. framhaldsdeild fólkaskúlans og fólkaskúlalærarar, kunnu brúka burtur úr bókini til undirvísingina ella sum stuðul í undirvísingini. Sjálvur hevur høvundurin brúkt partar í bókini í egnari undirvísing. Í bókini er ein hópur av frágreiðandi grafiskum myndum, ið høvundurin hevur gjørt, og sum gera bókina nógv lætttari at lesa. Eisini er bókin prýdd við fotomyndum av dýrum og plantum, ið høvundurin sjálvur hevur tikið, og sum sýna fagurleikan og margbroytni í sjónum við havsins botn. Aftast í bókini er eitt yvirlit við hentum leitorðum.