Tú alfagra land mítt

Forlag: Fjallamyndir
Útgávuár: 2017
Prísur: 259.00
ISBN: 978-999-1848-86-0
Rithøvundi: Finleif Mortensen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 175

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Forlagið Fjallamyndir gav í 2015 út myndabókina ?Kom upp á fjallatind? Tann bókin hevði myndir frá fjallatúrurm úr øllum 18 oyggjunum, sum eisini tittulin á bókini sipaði til.

Sum framhald av henni er nú onnur bókin á veg, við heitinum ?Tú alfagra land mítt?. Hendan nýggja bókin, hevur eins og tann fyrra myndir frá øllum 18 oyggjunum. Hon hevur ikki bert fjallamyndir men eisini myndir frá forvintnisligum støðum fram við sjóvarmálanum.

Myndirnar eru skipaðar í túrar og avmerktar á einum korti, sum vísir longdina á túrinum og um túrurin er lættur ella brattur. Stutt frágreiðing er eisini fyri hvønn túr á føroyskum og enskum.

Tað er, eins og fyrra bókin, Finleif Mortensen sum hevur tikið myndirnar sum hann hevur gjørt á teimum mongu túrunum í føroysku nattúruni.