Einglavakt


Forlag: Egið
Útgávuár: 2017
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-3-503-7
Rithøvundi: Birna Breckmann
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 146

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nýggj bók við 20 stuttsøgum er júst útkomin, 146 blaðsíður til longdar.

Søgurnar eru, sum liggur í orðinum, stuttar, bert eini 1500 ? 2000 orð hvør í vavi. Í prentaðum skapi fevnir hvør søga einar 5-6 smáar síður.

Tær eru gott undirhald og fangandi lesnaður, væl skikkaðar til dagdvølju.

Einki er sum góður lesnaður yvir einum drekkamunni ella á songarborðinum.

Birna Breckmann hevur skrivað stuttsøgurnar. Hetta er triðja bókin hjá Birnu. Tann fyrsta var um barnaminni, Skálkabrøgd. Hin næsta var stuttsøgur og æt ?Hvør ber sína byrðu.?

Bókin Einglavakt er í fikkustødd, løtt at hava við sær, ja, enntá uppi á sær.

Einglavakt fæst nú í bókabúðum.

Ein væl verd íløga til undirhald, vitan og ? ja góður íblástur.