Stór skrímsl gráta ikki


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2006
Prísur: 120.00
ISBN: 978-99918-1-510-4
Rithøvundi: Rakel Helmsdal
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 90

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Onnur bókin, sum er grundað á norðurlendskt samstarv, sum greiðir frá um stóra skrímsl, sum, sjálvt um tað er stórt, kann vera ólukkuligt, tí at tað heldur lítla skrímsl duga alt betur.

Alt, ið lítla skrímsl ger, er pent og vakurt. Stóra Skrímsl dugir onki! Hann verður keddari og keddari, men lítla skrímsl varnast tað ikki. Onki, sum Stóra Skrímsl ger, nyttar nakað. hvat skal hann gera? Stór skrímsl gráta jú ikki...