Hjarta myrkursins


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-206-1
Rithøvundi: Joseph Conrad
Umsett: Tórður Jóansson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 136

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hjarta myrkursins er ein illkøld og skak­andi frásøgn um ræðuleikar, ið fara fram í ­Kongo tað tíðarskeiðið, tá ið hjálanda­veldi koma í hæddina í 19. øld.

Søgan viðger ta ørkymlan, sum búskapar­liga, samfelagsliga og politiska eyðræningin í ­Afrika hevur við sær.

Samstundis fáa vit innlit í ta skelkandi framferðina, sum hetta elvdi til.

Frásøgumaðurin Marlow ger ferð niðan ígjøgn­­­um Kongoá fyri eitt belgiskt handilsfel­ag. Djúpt inni í landinum hittir hann tann gátu­­føra Kurtz, sum er fílabeins­handlari og onkurs­vegna hevur fingið støðu sum gudur ímillum íbúgvarnar har á leiðum. Kurtz er á sín hátt hugtakandi, men vekur samstundis djúp­astu and­stygd.

Har stendur Marlow andlit til andlits við allan tann rotinskap og alt tað ráðaloysi, sum býr í hjartanum á hesum menniskjum.