Batseba


Forlag: Leirkerið
Útgávuár: 2016
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-45-55-5
Rithøvundi: Francine Rivers
Umsett: Páll á Lakjuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 203

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Forlagið ?Leirkerið? í Gøtu hevur júst givið út bókina ?Tamar?. Bókin er ein bíbilsk skaldsøga um Tamar, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar. Tamar er skrivað út frá søguni um eina heidna kvinnu, sum eftir at hava verið í hjúnalagi við tveimum av synum Juda, klæddi seg sum skøkja og fekk barn við Juda. Søgan um Tamar stendur í 1. Mósebók 38. kapitli.


Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon er fødd í 1947 og hevur skrivað nógvar skaldsøgur ? bæði bíbilskar og aðrar. Hon hevur, sum sagt, skrivað bøkur um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar. Tær eru umframt Tamar Rahab, Rutt, Batseba og Maria.
Rithøvundurin hevur ognað teimum bókina, ?ið eru misnýtt og nýtt, og leingjast eftir rættvísi.? Og um Tamar sigur hon: ?Menn, ið vildu ráða yvir framtíð hennara, sviku hana, men hon bardist fyri rættinum at trúgva á ein Gud, sum elskaði hana.? Francine Rivers dugir ómetaliga væl at liva seg inní og at lýsa bæði persónar og umstøður.

Ætlanin er, at allar fimm bøkurnar skulu koma út á føroyskum so við og við. Páll á Lakjuni hevur týtt bókina til føroyskt. Hon er at fáa í bókabúðunum ella á forlagnum ?Leirkerinum? í Gøtu.