Føroyingur við ongum flaggi


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2017
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-203-0
Rithøvundi: Høgni av Heiði
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 198

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Høgni av Heiði skrivaði ímóti kristindómi í eina fjórðingsøld. Í 1994 kom bókin Prestar og Profetar út við 18 av teimum fyrru greinunum, og nú kemur so henda bók við ikki færri enn 28 útvaldum greinum frá teimum seinnu árunum. Og tær fevna víða:

Um religiøs upplivilsi, sum í dag kunnu greiðast av nervafrøðini. Um tey nógvu lokabrøgdini hjá teimum kristnu kraftagerðarmonnunum nú á døgum. Um hvussu gudrøkis­skapur tekur lívið av nógvum børnum í dag. Um ta skilaleysu bønina. Um ósannindi og skeivleikar í Bíbliuni. Um hvussu tey kristnu alla tíðina gera ímóti síni læru. Um grundirnar, ið elva til góðan sið í samfelagnum. Um hvussu skilið var, tá ið føroyingar livdu undir Guds lóg. Um indoktrineringina í fólkaskúlanum og um tær falsk­aðu skúlabøkurnar í kristindómskunnleika. Um føroyskar trúboðarar, sum forsvara fólkatýningar og eggja til dráp. Og mangt annað.