Leikrit 21 Giftingarfør Genta


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2016
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-49-76-8
Rithøvundi: Torvald Tu
Evni: Sjónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 93

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Um bókina
Sorgarleikur um Heina Havreka tvinnað saman við eina vanlukku í Suðuroy um 1870 í trimum pørtum.

Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli.
eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum á donskum.
Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prent í bløðum, tíðarritum og bókum. sum ikki longur fáast.
Forlagið Fannir hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunaleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyaum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir. eru tær prantaðar við.