Símun í Hoyvík og eftirkomarar hansara


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2016
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-42-77-6
Rithøvundi: Eydna Fosaa
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 69

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Símun í Hoyvík var glyvramaður. Í 1835 fekk hann loyvi til at leggja eina trøð inn Uttan fyri Garðar í Hoyvík. Hetta var tí at hann hevði gjørt tað bragd at lega seyðahøgan garð um allan hoyvíksbø. Men tað hjálpti honum allarhelst, at hann um hetta mundið giftist við eini bóndadóttur úr Kaldbak. Hon æt Charlotta Marin Amalia Reinert, og var fødd úti við Á í Kaldbak, har faðir hennara Cornelius Christian Frederich Reinart Hevði fingið helvtina av Heimistovugarði í festi, tá hann í 1805 giftist við Angeliku Spliid Djurhuus, dóttir Andreas Christiensen Djurhuus. Hann var Føroya próstur frá 1783 til sín deyð 1814. Angeliku fekk prósturin í 3. giftu síni við Marin Margretu Wang. Eftir at hon doyði í 1794, giftist hann í 1797 við Charlottu Margretu Reinert, og Kornelius, sum giftist við Angeliku, var bróðir hennara.