Gjógv millum Norðhavið og Skarðið DVD


Forlag: Egið
Útgávuár: 2016
Prísur: 200.00
ISBN: 663993710020
Rithøvundi: Uni Arge
Evni: Spøl, fløgur og telduspøl
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 1

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um Dvdin
Gjógv er eitt av vakrastu ferðamálunum í Føroyum, men handan náttúruvøkru myndina fjalir seg søgan um eina føroyska bygd, sum er minkað niður í ein tíggjundapart av tí, hon var undir seinna heimsbardaga.

Í 1941 búðu 283 fólk við Gjógv. Nú búgva 28 fólk fast í bygdini. Siðbundna lívið, sum var við Gjógv í øldir, er nú um at hvørva, og bygdarskúlin, sum eina ferð hýsti 50 børnum, er afturlatin, tí ongi skúlabørn eru í bygdini.

Uni Arge, journalistur, og Hans Petur Hansen, sjónvarpsupptøkumaður, hava nú í samstarvi við Gjáargarð gjørt ein film um Gjógv, sum lýsir nútíðina, søguna og royndirnar at venda fólkaminkingini við m.a. vegagerð, arbeiðsplássum og útstykkingum.

Í filminum hitta vit fleiri teirra, sum enn búgva við Gjógv. Fólkini siga frá liviumstøðunum á hesum stolta plássi, sum bæði setti føroyska mentan, sjálvstýrispolitikk og skúlaskap høgt.

Skúlaskapurin var tiltikið góður við Gjógv, og mong gjáarfólk fingu akademiskar útbúgvingar ella gjørdust lærarar. Frá Gjógv komu eisini fleiri skiparar, stýrimenn og maskinmeistarar.

Hildið verður, at bátsvanlukkurnar á Norðhavinum, sum kravdu mongum gjáarmanni lívið síðst í 19. øld, fingu gjáarfólk at leggja dent á trygga skúlagongd heldur enn vandamikla arbeiðslívið í náttúruni.

Á Gjáargarði gista árliga 8.000 fólk. Tey fáa mangar upplivingar í bergtakandi náttúruni, um tey so vitja Búgvan, Ambadal, Middagsfjall, Føroya hægstu fjøll ella sjálva gjónna.

"Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið" fæst til keyps sum DVD-filmur í bókahandlunum í Havn og Eysturoynni og hjá Magn við Streymin. Filmurin er 53 minuttir til longdar. Kápumyndina tók Ólavur Frederiksen.