C. S. Lewis um lívi hansara


Forlag: Bókadeild KFUMs
Útgávuár: 2016
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-47-35-1
Rithøvundi: Douglas Gresham
Umsett: Theodor Hansen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 202

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í bókabúðirnar er komin nýggj føroysk bók um gitna enska høvundan C.S. Lewis, sum skrivaði væl umtóktu Narniabøkurnar ? heimskendu ævintýrabøkurnar, sum nógv kenna frá filminum um Leyvuna, gívrina og klædnaskápið.

Bókina um C.S. Lewis og lív hansara hevur fostursonur hansara, Douglas Gresham, skrivað ? og nú fæst bókin eisini á føroyskum, harav týðarar av bókini til føroyskt eru Theodor Hansen og Heini F. Petersen.

Í fjálgum ljóma lýsir sjeyti ára gamli Gresham tann gerandis-Lewis, hann kendi og støðugt hávirðir sum hitt besta kristna menniskja, hann hevur kent.

Douglas Gresham hitti fyrstu ferð stjúkpápa sín, tá ið hann var átta ára gamal. Tá tók mamma hansara, Joy Gresham, hann og beiggja hansara við sær at vitja C.S. Lewis á The Kilns.


Tey næstu tíggju árini livdi hann nær Lewisi. Hann kendi umsorgan hansara, hann var við í øllum dagligum virksemi, og hann lýddi á C.S. Lewis, tá ið hann segði søgur úr lívi og bókum sínum. Í Douglasi kveiktist kærleiki til stjúkpápan, sum ongantíð bliknaði.


C.S. Lewis hevur skrivað hóp av bókum t.d. framtíðarskaldsøgur, fagrar bókmentir, heimspekiligar bókmentir og yrkingar.