Heimurin hjá Andy


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2016
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-223-8
Rithøvundi: Andras Sólstein
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 153

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Øll konufólkini rikin á dyr, matrikkulin lýstur 100% østrogenfríur, ølirnar knappaðar upp, og volumu­knappurin í ein beinan eystan.


---

Eg hevði fingið frí hetta vikuskiftið. Deiligt! Segði við hana, at um eg ikki slapp ein harratúr við Olla og Hera, so endaði eg sum grein í næstu útgávu av Kvinnu undir yvirskriftini: Andy, new-age maðurin við teimum innaru bleytu virðunum, sum ansar børnum, leggur klæðir saman og vaskar upp. Og tað fór at vera stór vanærilig skomm. Menn mugu fáa luft, skjóta harur, fara á fjall og í býin.

Komnir inn um Fornagarðar, sungu vit ?The Boys are back in Town? og bóltaðu inn í eitt dansistað. Fyrsta konufólkið, eg rendi meg í, var ein, eg havi ikki sæð, síðani eg lá inni á kamarinum hjá mær á Club-8 skipsbriksini við brúnari skúm­madrassu og spældi ?Her Love? hjá Hjarn­ar umaftur og umaftur á kasettuband­upp­­­takaranum, meðan eg droymdi um hana. Tá spældi hon ­floytu. Kanska var tað tí, eg fall fyri henni, hóast hon ikki var nakar sup­er floytinist­ur. Hon var eingin Ian Anderson, spældi bara Gubben Noa og okkurt sovorðið, men tað var ríkiligt fyri meg, tá.

Eg spurdi, um vit skuldu dansa, hon segði ja. Orkestrið legði út við einari gittar­intro, og eg fór í holt við mína egnu Fender Stratocaster luftgitt­ar, hon rýmdi beinanvegin, mutlaði okkurt um, at eg var líka óbúgvin og barnsligur sum, tá vit kendust fyrr?

---