Sær er siður á landi


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2016
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99972-1-216-0
Rithøvundi: Rasmus Rasmussen Regin í Líð
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 285

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Millum tað handaliga og andaliga lívið verður altíð ein samvirkan soleiðis, at tey kor og tey viðurskifti, maður livir undir, seta síni merki.

Henda samvirkan setur síni eyðkenni á tíðina og fólkið, sum livir í tíðini, og tá ið lívskorini og viðurskiftini broytast, kemur nýggj tíð.

Hesi tíðarskifti merkja søgu okkara.

Mangt verður lært í skúlum, men tað, sum hevur við gerandislívið hjá fólki at gera, liggur ofta á láni, so kunnleikin um tað, ið eitt ættarlið tókst við, verður ikki borið tí næsta. Og tað er spell.

Við hesari bók ætlaði Rasmus á Háskúlanum í síni tíð at geva fólki eina mynd av lívinum, sum varð livað, tá ið hann var smádrongur og hálvvaksin, og hann sigur um stílin og innihaldið: Mær er greitt, at myndin fær sín dám og lit av teirri glæmu, sum mín barna- og ungl­ingssál varpaði á lívið tá, øðrvísi kann tað ikki vera.