Glasgentan


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2016
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-221-4
Rithøvundi: Karin Dyhr
Umsett: Malan Háberg
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 433

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
GLASGENTAN sigur frá, hvussu ógvisliga blóðskemdargerðir í barndóminum kunnu ávirka eitt lív. Bókin er sjálvævisøgulig og lýsir m.a. eina drúgva sjúkugongd við á leið 70 innleggingum á psykiatriskar deildir í 17 ár, men eisini hvussu Karin eftir hesi mongu ár aftur varð frísk.


Hon skaddi seg sjálva, men bókin er ikki ein sjálveymkandi frásøgn. Hon er heldur eitt hugfangandi innlit inn í lívið í skipanini. Eisini er bókin kryddað við brotum úr hennara Hon skaddi seg sjálva, men bókin er ikki ein sjálveymkandi frásøgn. Hon er heldur eitt hugfangandi innlit inn í lívið í skipanini. Eisini er bókin kryddað við brotum úr hennara journalum, dagbókum og brøvum millum Karina og vikonur hennara.

Ein veruleiki, har besti yvirlivingarhátturin var ? óveruleiki. Blíva burtur. Gerast eitt við veggin. Gerast ein annar persónur. Um neyðugt, doyva veruleikan við dansandi vitloysi, við sjálvmeiðsli. Og fyrst av øllum: við at átaka sær alla skuld.

Tað hevur ongan týdning, hvussu avskapað tað kann tykjast at vera hjá øðrum, hjá tær er tað týðiligasti, eirindaleysasti veruleiki, at eitt hálvt árs gamalt barn lokkaði pápa sín, at ein tvey ára gomul genta átti at forðað tí at henda, at ein níggju ára gomul skuldi havt sagt, at tað, sum framvegis ger teg sjúka í hvørjum einasta avkróki í sál og likami bara at hugsa um ? ja, tað var helst okkurt, tú sjálv ynskti. Tað má tað hava verið.