Frá reyðvíni til marathon


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2016
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-220-7
Rithøvundi: Kitty May Ellefsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 186

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eg eri alkoholikari.

Tað merkir, at drekki eg rúsdrekka, missi eg tamarhald á lívinum.

Men eg havi fingið skynsemi aftur og livi í dag eitt betri lív enn nakrantíð.

Hetta er ikki ein yrkisbók um ­alkoholismu, kropsliga heilsu ella sálarfrøði. Eg eri hvørki rúsevnisserfrøðingur, lækni ella sálarfrøðingur. Hetta er ein persónlig søga.

Hevur tú ongan áhuga í fyrsta parti, sum viðger rúsdrekka og mína tíð á botninum, kanst tú halda fram við øðrum parti.

Annar partur viðger kropsliga heilsu, og hvussu eg gjørdi, tá ið eg bygdi meg upp frá reyðvíni til maraton.


Triði partur snýr seg um, hvussu ein fær lívsbroytingar at gerast varandi broytingar.