Deyðin fer í bindiklubb | |
![]() | Forlag: Sprotin Útgávuár: 2016 Prísur: 278.00 ISBN: 978-99972-1-217-7 Rithøvundi: Steintór Rasmussen Evni: Krimisøgur Ikki innbundin Støða: Á goymslu Síðutal: 307 |
Legg í kurv - Læg i kurv - Add to basket ![]() Um bókina Ilt er at skoða vandafulla kvinnu á hárinum! Tað er ein vanligan mikudag í november, at ein 42 ára gamal maður verður funnin dripin í einum gomlum húsum í Norðvík. Borðreiðast kann við tíðindum í heimsklassa, tá seks kvinnur hittast til bindiklubbakvøld hjá Anitu, konu løgreglumannin, ið skal loysa óhugnaligu gátuna. Ein kenningur frá skúlatíðini og ungdómsárunum er myrdur. Vinkonurnar eru illa við av brotsgerðini. Men teimum kemur ikki til hugs, at tær sjálvar eru orsøk til stóra sálarpínu og eiga sín lut tí ræðuliga, sum nú hendir. Í Føroyum má lívið ganga sína dagligu gongd. Eisini tá deyðin aftur er upp á spæl. --- Steintór Rasmussen skrivar, sum er hann ein royndur meistari. Brennandi agg og ein raffinerað drápsætlan undir eini dámligari andlitsgrímu er ein partur. Pallsetingin til drápið, sum eingin gáar um, er so væl skipað, at hárini ývna í nakkanum, so hvørt tú rekir teg inn á kjarnan. Hjartaliga vælkomin í bindiklubban, har deyðin er boðin við til borðs! |