Á veingjum 2


Forlag: Egið
Útgávuár: 2016
Prísur: 180.00
ISBN: 978-99918-3-492-4
Rithøvundi: Andreas Mouritsen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 264

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta er ein myndabók við myndum, sum Andreas Mouitsen hevur tikið úr tyrlu á nógvum av sínum mongu ferðum kring landið.

Á veingjum 2 er framhald av Á veingjum, sum kom út í 2014.

Ferðin byrjar har, vit endaðu seinast, nevniliga sunnast í Føroyum við Sumbiarflesjarnar og Akraberg, og vit ferðast norðureftir í ymsum veðri, ymsum ljósi og ymsum árstíðum.

Vit síggja Føroyar og ymsu føroysku landsløgini úr óvanligum og sjáldsomum heraðshornum, sum tú ivaleyst ongantið hevur sæð.

Á ferðini eru stuttar frágreiðingar á føroyskum og enskum um tey ymisku økini. Økini eru býtt í litir, so tú ikki villist í bókini og alla tíðina veit, hvar vit eru stødd.

Bókin er ætlað bæði føroyingum og útlendingum, ungum sum gomlum, og hon er væl egnað sum gáva.

Bókin er 264 blaðsíður.

Set teg væl til rættis og kom við á eina flogferð aftrat um Føroyar.

https://www.youtube.com/watch?v=v-71-Srym6o