Stríðið um 200 fjórðingar


Forlag: Egið
Útgávuár: 2016
Prísur: 350.00
ISBN: 978-99918-3-490-0
Rithøvundi: Hanus Samró
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 203

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
"Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF" er triðja bókin í røðini um fiskimarkið og rættindini innan hetta mark. Hanus Samró hevur frammanundan skrivað bøkurnar"Stríðið um 12 fjórðingar"og"Stríðið um makrelin - tá Føroyar slitu strandarlandaavtaluna og kravdu sín sjálvsagda rætt".

- Hendan bókin bindur hinar báðar saman.Hon snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu, tá allur heimurin stóð í stórum broytingum. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp gjøgnum 50- og 60-árini, men tað var eisini eitt annað rák, ið kveiktist á meginlandinum, sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA?

- Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um EF. Spurningarnir hanga óloysiliga saman, sigur Hanus Samró, rithøvundur.