Hetta er okkara bygd Norðdepil 150 ár


Forlag: Hvannasunds kommuna
Útgávuár: 2016
Prísur: 275.00
ISBN: 978-99918-3-487-0
Rithøvundi: Snorri Brend
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 224

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Sunnudagin 28. august kann fólkið í Norðdepli hátíðarhalda, at liðin eru 150 ár síðani fyrsta familjan valdi at búseta seg í bygdini.

Í 1866 fluttu Poul Sivert Sivertsen og kona hansara úr Hvannasundi og yvir um Sundið, og 28. august reyk á fyrsta sinni úr ljóaranum í nýbygdu sethúsum teirra. Húsini standa framvegis niðri við sjóarmálan, hóast nógv er broytt bæði innanveggja og uttanfyri hesi seinastu 150 árini.

Hvannasunds Kommuna, sum Norðdepil er partur av, ætlar ikki at lata hesa stórhending fara aftur við borðinum uttan at gera nógv burturúr. Tá bygdin fylti 100 ár í 1966, var stórt hátíðarhald, og nú bygdin rundar tey 150 árini, er ætlanin at hetta skal gerast ein ógloymandi dagur.