Tónleikur 2001


Forlag: Sosialurin
Útgávuár: 2001
Prísur: 159.00
ISBN: 99918-3-109-6
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Tónleikur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 109


Samandráttur
2001 var eitt hendingarríkt ár fyri føoyskan tónleik. Fleiri bólkar vóru uttanlands og royndu seg, vit fingu nýggjar og áhugaverdar tónleikaútgávur, Prix Føoyar kappingin hevði metstóra undirtøku, og fleiri spennandi útlendsk nøvn vitjaðu her. Harafturat vera ein ørgrynna av konsertum kring landið,og útlendskir festivalar og plátufelagn sýndu stóran áhuga fyri føroyskum bólkum.

Hendan árbókin greiðir frá øllum tí, sum hendi í føroyskum tónleiki í 2001. Í bókini eru greinar, reportasjur, umrøður og interview. Tónleikarar siga frá, hvussu teir upplivdu hendingar í árinum, og myndirnar lata teg uppliva alskyns tiltøk og hendingar umaftur. Yvirlit er gjørt yvir allar týðandi tónlekahendingar í árinum, og allar fløguútgávurnar verða umrøddar.

Tónleikur 2001 tekur teg á ferð í føroyskum tónleiki. Tú sleppur við handan pallar og í upptøkuhølini. Tú fært søgurnar frá teimum, sum tað snýr seg um, og tú sleppur at uppliva føroyskan tónleik gjøgnum hópin av myndum, sum ikki hava verið frammi áður.