Marius Olsen Prent Prents 1980-2016


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2016
Prísur: 498.00
ISBN: 978-99972-1-199-6
Rithøvundi: Gunnar Hoydal
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 400

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Raffineraðu grafisku verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendalig nógv løg. Eitt eftir eitt lata fín, viðbrekin og lýrisk løg seg upp. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, innilig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari ornamentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum.

Øll løg møtast og vaksa saman í eina fagra og tølandi heild. Men hvørja ferð verkini verða sýnd fram, hvørja ferð eygað sær tey, stinga nýggj løg seg upp úr heildini og nýggir møguleikar rísa. Á hesi framsýningini, sum er tann higartil vavmiklasta hjá Mariusi Olsen, opinberast ein ørgrynna av nýggjum løgum, nýggjum upplivingum og nýggjum sannkenningum.