Tilverutankar stuttsøgur


Forlag: Forlagið Vón
Útgávuár: 2016
Prísur: 180.00
ISBN: 978-99918-813-1-7
Rithøvundi: David Johannesen
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 115

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Herfyri kom út bókin ?Tilverutankar? eftir David Johannesen, fyrrverandi prest í Vágum. Í bókini eru seks stuttsøgur. Harafturat eru nakrar hugleiðingar, sum eru eitt slag av endurminningum, har høvundurin byrjar við at greiða frá uppvøkstrinum í Miðvági í fimmti og seksti-árunum og endar við at skriva um ymisk viðurskifti í sambandi við kirkjurnar í Vágum, har hann var prestur í 35 ár.


Ymisk evni
Søgurnar í bókini eita: Mammon, Tolsemi, Heim til jóla, Kærleiki, Tunglyndi og Deyðin.
? Eg havi skriva søgurnar seinastu trý árini. Evnini í søgunum eru ymisk. Ein er til dømis um kreppuárini í 90-unum , ein onnur um tunglyndi, tá ein missur ein kæran, og ein triðja um at verða dømdur av fólki, tí ein kemur illa fyri á ein ella annan hátt, sigur David.
Bókin er 115 síður og fæst í bókabúðunum kring landið. Tað er forlagið Vón, sum hevur givið út.

Arbeiðir við eini skaldsøgu
David Johannesen hevur givið nógvar bøkur út. Í 1980 kom tann fyrsta, sum var eitt yrkingasavn, og síðani eru komnar 17 bøkur, harav fleiri eru týðingar eftir Martin Luther.
Umframt fimm yrkingasøvn hevur hann skrivað eina skaldsøgu, eina andaktsbók, tríggjar lestrarbøkur og nú eitt stuttsøgusavn.
? Eg arbeiði í løtuni við eini skaldsøgu, sum væntandi kemur út næsta ár, og so fáist eg eisini við at týða tríggjar bøkur eftir Martin Luther, teirra millum er ein andaktsbók, sigur David.