Leikrit 18 Vónbrot


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2016
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-49-73-7
Rithøvundi: Charlotte Eilersgaard
Umsett: Kristin Holm Isaksen
Evni: Sjónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 90

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókin
Verkini hjá Charlotte Eilersgaard viðgera serliga tær broytingar, sum hendu innanhýsis, tá ið kvinnur fóru at vita til sín sum kvinnur og hildu uppá, at tær kundu fara út at arbeiða. Hesum viðvíkjandi var sjónarhorn hennara tvítýtt: Hon viðurkendi,at tað vareitt framstig, at kvinnur løgdu til brots í politiskum starvi og fingu møguleika at fara út at arbeiða. Men hinvegin helt hon, at øll vóru best farin, kundu møður vera um børnini heima.

Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli.
eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum á donskum.
Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prent í bløðum, tíðarritum og bókum. sum ikki longur fáast.
Forlagið Fannir hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunaleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyaum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir. eru tær prantaðar við.