Gonguverk samfelagsins


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2015
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-75-34-7
Rithøvundi: Firouz Gaini
Evni: Heimsspeki
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 56

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Óansæð hvussu raffinerað tíðarfatanin gerst við nanotøknifrøðiligum gonguverki, sum mátar tíðina í tímum og minuttum, sekundum og nanosekundum, og harvið eisini kann leggja framkomnar framtíðarforsagnir til rættis (til dømis veðurforsagnir) , so eru fólk sjáldan nøgd fyrr enn tey eisini hava fingið eina lýsing av fortíðarinnar byrjan,eitt upphavsástøði at hugsa sær verðina og nútíðina við: Hvar og hvussu byrjaði tíðin?