Rinkusteinar


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2001
Prísur: 20.00
ISBN: 99918-0-278-9
Rithøvundi: Alexandur Kristiansen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 121

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir. Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur (1977) og Barnabros (1983). Flestu sangirnir í teimum bókunum eru tiknir við í nýggju sangbókina. Tað serliga við hesari bókini er, at nógvir nýggir sangir eru við, ið tónaskaldið Knút Olsen hevur gjørt lag til. Knút hevur eisini skrivað nótar við besiffringum til allar sangirnar.

Hetta er ein sera hent sangbók til skúlabrúks. Fleiri av sangunum hava verið at hoyrt og eru væl dámdir av børnum. Øll kenna vit Grísaflísa Pætur og Dorius í Depli. Upprunaligir og føroyskir sangir verða sum frálíður ein partur av tí mentanararvi, vit geva víðari til komandi ættarlið. Tí er hetta ein bók, ið ikki einans kann verða brúkt í skúlunum. Øll, ið syngja við børnum ella fáast við tónleik, kunnu fáa nógva gleði av henni.

Bókin er prýdd við tekningum eftir Olivur við Neyst. Kápuna hava Olivur við Neyst og Ingi Joensen gjørt. Hestprent hevur prentað.