Boggelibogg 2


Forlag: Sansan
Útgávuár: 2015
Prísur: 140.00
ISBN: 978-99918-3-375-8
Rithøvundi: Halda Dalbø
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 36

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nú er bók nr. 2 av Boggelibogg komin á marknaðin. Tað er Halda Dalbø, sum hevur skrivað og Sólgerð Andreassen, sum hevur teknað myndirnar.
Í fyrru bókini, hoyrdu vit um ævintýrferðina hjá Boggelibogg, tá ið hann endaði á havinum. Hesaferð hoyra vit um systur hansara Klinku.
Heima í ósanum í Lítluvík er gott at vera. Hvønn dag stuttleika tey sær óført, spæla krógva og blunda og renna um kapp og alt møguligt annað. Teimum dámar at hugna sær.
Boggelibogg og lítla systirin, Klinka, tíma væl at spæla saman við Bumbum og hinum vinunum. Tey hava tað so óføra stuttligt, líka til ein stór og frek likka kemur og oyðileggur teimum spælið.
Hoyr um, hvussu likkan fer avstað við Klinku, um Spísku, Snurluna, eiturkoppin og øll hini. Ein ævintýraferð er byrjað.