215 Sjalmynstur 215 Sjalmønstre 215 Shawl Designs


Forlag: Úti á Bø
Útgávuár: 2015
Prísur: 230.00
ISBN: 978-99918-3-474-0
Rithøvundi: Olivia Joensen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 142

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Sum so mangar aðrar føroyskar húsmøður havi eg gjøgnum mong ár bundið føroysk pløgg - fyrst skipstroyggjur, og tey seinru árini mest bundnaturrikløð til gávis og sølu - um framt tað, ið nýtt verður av bundnum pløggum í einum føroyskum heimi, har børn eru.
Eg havi lagt mær nær við at variera mynstur og snið soleiðis, at turrikløðini ikki vóru eins. og havi soleiðis fingið eitt fjølbroytt úrval av mynstrum. Við at arbeiða við turrikløðum, havi eg gunnið fram til eitt grundmynstur til bundnaturriklæðið, ið eg sjálv haldi situr sera væl; uppskriftir til hetta bundnaturriklæðið er við í hesi bók, Sjalmynstrini, eg havi gjørt - 215 í tali - kunnu eins væl nýtast til onnur endamál, so sum mynsturbinding, veving, krossting o.a. Umframt sjálv at royna meg fram, havi eg frá øðrum, ið eisini takast við binding, fingið góð ráð og ávísan til broytan og betran av mynstrum og sniði, og vil eg hervið veita øllum teimum eina tøkk.
Tykkum, ið hjálptu við, at bókin gjørdist veruleiki, takki eg hjartaliga. Eina serliga tøkk beri eg Sheilu Arnskov fyri hennara stóra áhaldandi arbeiði við at týða bókina til danskt og enskt mál.
Búargrunninum, Mentunargrunninum og Dansk-Færøsk kulturfond, ið stuðlaðu útgávuna, beri eg mína bestu tøkk.

Leirvík, september 1980.
Olivia Joensen.