Og várið kom


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-155-2
Rithøvundi: Alexandur Kristiansen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 72

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tríggir teirra, ið hava lagt fagrar og sjónskar slóðir eftir seg seinastu hálvu øldina, savnast sum fullbúnir og vísir listamenn í hesum verki.

Allir tríggir eru teir lærarar. Hvør á sín hátt tala teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Ikki minst til barnið, tey vaksnu hava við sær sum førning í hjartakistlinum alt lívið.

Knút Olsen hevur sett lag til yrkingarnar. Knút, sum eigur løgini til allar teir sangir, vit syngja, sama um huglagið er ljóst, sorgblítt ella dapurt. Tá ið várið strýkur um heimavøll, og tá ið tindar standa kavaklæddir, tá ið dimmið hoykir seg yvir menn á seiðabergi, tá ið ljósið dregur ung, ásttikin fólk í kærleika út í grøna summardagin. Hann rakar beint í hjartað aftur og aftur.

Bárður Jákupsson hevur í tekningunum varðveitt einfeldina og skemtið, sum eyðkendi hansara strikutekningar á yngri árum. Tað, sum Heðin Brú hevði sum botn í sínum skalds­ligu lýsingum, býr í tekningunum hjá Bárði sum ein flógvur, kátur undirtóni í øllum, hann ger. Eitt djúpt innlit í tilveruna við sínum dygdum og skemti og dáralæti.

Alexandur Kristiansen yrkir um at granska heimin einsam­allur við øllum sonsum opnum, um friðsælu, hvíld og tilveruna við sínum margfalda og sjóðandi yrki.

Tann vaksni skilir maðkin, ið alt sítt lív hevur hávirt flogið hjá hábærsligum fuglum, men verður etin av einari hønu. Eisini skilja tey vaksnu maðkin, ið við vissu veit, at ljósið er myrkt.

Men Alexandur ber barninum søguna, orða­mynd­­irn­ar og orðagleðina.

---

Fløga við øllum hesum vøkru sangunum er inni í bókini.
Jensina Olsen og Finnur Hansen tulka øll løgini, sum Knút Olsen hevur skrivað.