Hitt blinda liðið


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2015
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-75-38-5
Rithøvundi: Jógvan Isaksen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 291

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
"Hann nærkaðist húsunum og helt seg tevja roykin av kraftamiklari súpan. Eitt andarhald fór tað ígjøgnum høvdið á honum, at nú hevði ein snapsur verið góður. Hesum vísti hann kortini beinanvegin frá sær. Tann tíð var farin, og nú snúði tað seg um at stríðast fyri Føroyum og fráhaldsrørsluni.
Hann merkti ikki slagið, sum rakti hann í nakkan. Hvarv bara inn í tann endaleysa tómleikan".

Ein beinagrind verður funnin múrað inni í kjallaranum á einum av teimum gomlu húsunum úti á Reyni. Vit eru í døgunum upp undir sólarmyrkingina, og løgreglan hevur úr at gera í sambandi við tey mongu túsund ferðafólkini, sum vitja Føroyar. Tí fær Skansadeildin við Williami Hammer á odda málið.

Tað er skjótt greitt, at beinleivdirnar eru oman fyri hundrað ára gamlar, og at Jólafundurin 1888 hevur ein leiklut. Meðan sólarmyrkingin nærkast og tey á Skansadeildini grava í málinum, gerst tað greitt, at sterkar kreftir hava staðið aftan fyri óhugnaligar hendingar í 1800-talinum. Og gera tað enn á okkara døgum.