Klakksvíksstríðið 1952-1955


Forlag: Egið
Útgávuár: 2015
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-3-468-9
Rithøvundi: Líggjas í Bø
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 397

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nú eru 60 ár síðani, klakksvíkingar tóku til vápnini og gjørdu uppreistur móti donskum valdi í Føroyum.

Stríðið byrjaði seinast í 1952 og var í stóran mun liðugt seinast í 1955.

“Hvat var tað, sum gjørdi stríðið so hart?” hava fólk ofta spurt síðani.



Danir løddu ríkisins størstu kanónir – umborð á Rolf Krake – og miðaðu við teimum eftir klaksvíkingum og hóttu við at skjóta “um neyðugt var”!

Var alt orsakað av einum donskum lækna?

Hjá mongum hevur tað verið torført at skilja, at eitt so lutfalsliga meinaleyst mál skuldi enda í slíkum óhoyrdum villskapi. Tað var sjálvandi ikki bara læknamálið, sum voldi hendan ruðuleikan. Her var so nógv annað grugg, sum búði undir – læknasetanin var bara neistin, sum festi í.

Bara 6 ár frammanundan – 14. september í 1946 – var fólkaatkvøðan, har føroyingar sum kunnugt valdu loysing frá Danmark. Í Klakksvík atkvøddu heili 72% fyri loysing!

Fyri hetta fólkið var loysingin ramasti álvari; hetta var dreymurin sum loksins gjørdist veruleiki. Tey gleddu seg til at taka við valdinum í egnum landi!

Men hvat hendi? Danir gingu frá givnum lyftum;við tvangsboðum upploysti kongur tingið, og so var alt aftur við gamla lag. Hetta var eitt ómetaligt vónbrot fyri norðoyingar, og birti upp undir tað misálit, sum longu frammanundan var á danskar myndugleikar og teirra stýri í Havn.