Tvær sterkar To stærke Júlíana Sveinsdóttir & Ruth Smith


Forlag: Listasavn Føroya
Útgávuár: 2015
Prísur: 2015.00
ISBN: 978-99918-69-27-8
Rithøvundi: Nils Ohrt
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 156

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
T.v. Júlíana Sveinsdóttir (1889-1966): Sjálvsmynd, staklutur. 1925

T.h. Ruth Smith (1913-58): Sjálvsmynd, staklutur. 1941

Í altjóða høpi er myndlistin í Íslandi og í Føroyum eitt nýtt fyribrigdi. "Ungi" aldurin, ið er stívliga hundrað ár, hevur hinvegin havt tann týdning, at kvinnulig myndlistafólk hava havt ein størri leiklut í listasøguni í Føroyum og Íslandi, enn kvinnur hava havt í øðrum londum við longri listaligari siðvenju.

Júlíana Sveinsdóttir (1889-1966) og Ruth Smith (1913-58) eru tvær undangongukvinnur í íslendskari og føroyskari list, við tað at aldursmunurin, sum er eitt ættarlið, endurspeglar longdina á listasøguni í báðum londunum. Listaliga støðið hjá teimum báðum ger tað óneyðugt at tala fyri einari framsýning, men í ljósinum av 100 árinum fyri valrættinum hjá kvinnum í Íslandi og í Føroyum umframt Danmark hevur tað ligið nær at vísa eina felags framsýning við hesum báðum undangongukvinnum - og stóru listafólkum.

Tær eru báðar uppvaksnar í berligum og veðurbardum oyggjum í Norðuratlantshavi, Júlíana Sveinsdóttir í Vestmannaoyggjum og Ruth Smith í Suðuroy. Tær vóru millum tey fyrstu kvinnuligu yrkislistafólkini í sínum heimlondum, og báðar lærdu á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hóast tær høvdu tætt samband við Danmark og danska list, var tað í lýsingunum av teirra heimstaði, millum hav, himmal og berligt land, at teirra list rættiliga blómaði. Báðar eru týðiligir koloristar, men har Júlíana Sveinsdóttir arbeiðir við litinum í stórfingnum flatukompositiónum, er málið hjá Ruth Smith litbrigdini í penslaarbeiðinum, har sjón og sinni ganga upp í eina hægri eind. Felags fyri tær báðar er dyrkanin av sjálvsmyndini, har arbeiðið við litinum gongur hond í hond við eina næstan harðrenda rannsakan av tí innara lívinum.