Leitingin eftir Ólavi heilaga


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-154-5
Rithøvundi: Øystein Morten
Umsett: Regin av Steinum
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 337

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í september 2010 finnur trúarsøgufrøðingurin, Øystein Morten, eitt gamal bein, sum tann katólska kirkjan sigur vera av Ólavi Heilaga. Vísindafólk á universitetunum í Oslo, Uppsala og USA fara undir at kanna málið.

Leitingin eftir Ólavi Heilaga er byrjað.

Røntgenmyndir, karbontíðarfesting og DNA-bygnaðir vísa saman við nýggjum keldugranskingum ein heilt annan mann enn tann, Snorri skrivaði um.

Hetta er frásøgnin um ein annan Ólav enn hann, vit kenna. Ein maður, sum kemur undan kavi sum leiguhermaður í Onglandi fyrst í 1000-árunum.

Samstundis snýr henda bókin seg um trúgv og vón í miðøldini, um eina máttuga kirkju, umbýtt lík og um loynidómar, sum hava ligið goymdir hjá dómkapitlinum í Niðarósa.