Skuggamyndir


Forlag: Bókadeild Føroya lærarafelags
Útgávuár: 2015
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99972-0-189-8
Rithøvundi: Ingun Christensen
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 77

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
í savninum hitta vit unga drongin, sum alla tíðina kennir hvøssu eyguni á foreldrunum á sær, kvinnuna í reyða regnfrakkanum, sum hevur eymar handliðir, mannin við yvirskegginum, sum ikki longur vil dylja, hvør hann er; myrkhærdu gentuna, sum ikki longur finnur fótafestið millum væntanir og krøv, gamla mannin, sum trúliga vitjar konu sína á ellisheiminum, ungu mammuna, sum stríðist við at fáaa gerandisdagin at hanga saman og mong onnur menniskju. Søgurnar flættast inn í hvørja aðra henda morgunin í og uttan fyri bussin.