Kom upp á fjallatind


Forlag: Egið
Útgávuár: 2015
Prísur: 259.00
ISBN: 978-99918-48-85-3
Rithøvundi: Finleif Mortensen
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 176

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í fleiri ár hevur Finleif Mortensen, listamaður og myndamaður, gingið føroysku fjøllini á tamb, altíð klárur við myndatóli. Burturúr hesum er komin framúr vøkur bók við nøkrum av bestu myndum hansara.

Føroyska náttúran er nógv avmyndað, men tað serliga við hesi bók er, at myndirnar siga sína egnu søgu sum partur av einum fjallatúri, sum gjørdur var júst henda dagin. Var túrurin gingin ein annan dag, vóru bæði veður, ljós og myndevni nøkur heilt onnur.

Myndirnar eru ikki uppsettar, men tiknar “spontant” á staðnum, og eingin myndaviðgerð er gjørd aftaná.

Eisini hevur dentur verið á at velja myndevni úr stóru rúgvuni, sum ikki eru á hvørjum postkorti. Á korti kann lesarin síggja, hvar myndirnar eru tiknar, og hvør oyggj er kryddað við brot úr mergjaðari yrking um føroysku náttúna.

Bókin telur 176 blaðsíður og 271 myndir.