Víst megnar tú tað | |
Forlag: Leirkerið Útgávuár: 2001 Prísur: 180.00 ISBN: 99918-45-17-8 Rithøvundi: Claudia Muhlan Umsett: Ymsir Evni: Andaligar bókmentir Innbundin Støða: Á goymslu Síðutal: 130 | |
Legg í kurv - Læg i kurv - Add to basket ![]() Samandráttur At møta avbjóðingum í gerandisdegnum. At vera mamma, serliga at lítlum børnum, er kravmikið arbeiði. Kennir tú ikki mangan við tær sjálvari, at so er, og spyrt, um næstu 20 árini fara at verða soleiðis? Við treysti fór Claudia Múhlan undir at vinna á avbjóðingunum 20 ára gomul var hon longu vorðin mamma at 6 børnum (5 hevði hon ættleitt, og 1átti hon sjálv). Og skjótt var, at kreftirnar gingu undan. Tann stóra arbeiðsbyrðan og støðug ryggpína elvdu til tunglyndi. Hon legði tí eina skilaggóða ætlan, har hon við áræði og sinniliga megnaði at taka sær av húsi og heimi, hóast húsfólkið hesa tíðina vaks til 15. Bókin er sera bersøgin. Tú lærir at kenna Claudiu, bæði tá ið hon er niðri í dalinum, og tá ið hon er uppi á tindinum. Hon vil við bókini stimbra øðrum mammum til ikki at falla í fátt, og hetta ger hon við at draga fram egnar lívsroyndir. Fremsta ynski hennara er, at møður í bestu árum skulu fáa eitt rætt og gagnligt stev til at møta øllum teimum mongu avbjóðingunum, ið gerandisdagurin hevur við sær. |