Hvat við mær


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-165-1
Rithøvundi: Colby Rodowsky
Umsett: Knút Olsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 139

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Og ikki enn fær mamma sagt hesi orð, uttan at røddin fær eitt annað tónalag. Downs syndrom. Og skúlin fyri børn við stórum tørvi, fyri mongolbørn, sjálvt um tey verða søgd at vera børn, ið bera stór brek, bæði kropslig og sálarlig. Ongantíð skilti eg hetta rættiliga. Tað tóktist, sum at foreldrini vistu ikki, hvussu mikið slík brek fevna um.
Mamma og pápi róptu hann altíð Fred, men fyri nærum øllum øðrum – og serliga mær – æt hann aldri annað enn Fredling. Og eg elskaði hann – og eg hataði hann. Tað var næstan sum eitt danditræ, ið er líka tungt í báðum endum – og soleiðis var tað líka til hetta várið. Tað var annað árið, eg gekk í studentaskúla, og tá gjørdist hetta danditræið so nógv tyngri í øðrum endanum – tí megin, har hatrið var. Og upp fór kærleikin. Har sat hann við sveiggjandi beinum. Tað man hava verið eg, ið fekk hetta ólagið í, tí Fredling var hin sami sum áður. Hann var altíð hin sami.