Skipalistin 2016

Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2015
Prísur: 165.00
ISBN: 978-99918-66-40-6
Rithøvundi: Ernst S. Olsen
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 400

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Skipalistin 2016

Skipalistin 2016 hevur sett fulla ferð heim til teirra, sum leingjast eftir Føroya størsta myndasavni av føroyska flotanum, umframt allar teir góðu og hentu upplýsingunum. Føroyski skipaflotin er uttan samanbering størsta og týdningarmesta framleiðsluvirðið hjá fólki og landi okkara.

Í Skipalistanum 2016 finnur tú um 500 myndir av skipum og bátum. Nógvar av eyðkendu, stóru skipamyndunum eru sjálvandi nýggjar og dagførdar. Og eisini eru smærri bátarnir enn betri umboðaðir enn nakrantíð fyrr.

Skipalistarnir 2000-2016 vísa á ein serstakan hatt, hvussu høvudsvinna okkara hevur roynst gjøgnum tíðirnar; hvussu kend og eldri før enn roynast millum okkara, meðan onnur leggjast afturat ella fara burtur úr flotanum. Hetta er nakað, sum menn, ið kenna og vita nógv um skip og sjógv hava stóra virðing fyri.

Til útróðrar

Tá bátar fara á flot skal føroyskur álmanakki vera umborð. Skipalistin er góðkendur álmanakki til hetta endamálið.

Men nakað, sum kanska er enn meira spennandi, er, at viðkomandi upplýsingarnar til hetta endamálið er ógvuliga væl skipað. Tú finnur kalendara, vestfalskyrrindi og streymtalvu á eina og somu síðu. Streymkortini finnur tú so nakrar fáar síður seinni.

Feðgar á floti vita, at Skipalistin er sera hentur at hava bæði á floti, heima í stovuni, í bilinum ella á náttborðinum. Tú finnur altíð okkurt áhugavert og viðkomandi. Og ikki minst, so er Skipalistin sjálvandi ein góð og hent jólagáva til abba, pápa, systkin, familju ella vinum. Skipalistin er hentur at hava.

Samanum tikið ber til at siga, at Skipalistin heilt einfalt er heilt rætta bókin øll tey mongu, sum hava áhuga fyri skipum og sjógvi og øllum tí, sum har til hoyrir.