Atvent


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99972-1-168-2
Rithøvundi: Gunnar Gunnarsson
Umsett: Jacob Olsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 81

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
ADVENT er søgan um seyðamannin, Benadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir í rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgisneytar, hundin Leo og geldseyðin Eitil, ið er treystur slóðari.



Á sjeyogtjúgundu ferðini kemur kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív. Meistaraliga greiðir høvundurin frá, hvat ið rørist í huga Benadikts á ferðini. Og so væl lýsir hann frá, tá ið Benadikt uttan at falla í fátt berjist fyri lívinum í stormi og dungaroki, at tú kanst ikki leggja bókina frá tær, fyrr enn tú veitst, um Benadikt má lúta ella ikki.