Úti í hagnum meðan skýmingin dettur úr vindeyganum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99972-1-166-8
Rithøvundi: Christian Fróði Djurhuus
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 84

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta yrkingasavn, sum tú nú lesur úr, er skrivað í eini endurbúgvingarprosess til tað betra. Flestallar av yrkingunum hava staðið á mínum Facebook-vanga, sum mong hava havt gleði av. Nakrar av hesum yrkingum bera dám av tí, sum eg vil nevna persónligar samtalur, feldar niður á pappír, men sum eg hóast alt haldi hava sítt rætta pláss her.

Eg havi í mong, mong ár stríðst ein stundum sera einsaman bardaga við meg sjálvan, og havi, sum mong eisini vita, stríðst við eina sálarsjúku, nevnd skisofreni ella hugklovningur, um ein vil. At skriva hevur verið eitt sera frígerandi amboð til at hjálpa mær at málbera tað, sum eg ikki havi megnað at málbera á munnligan hátt.

Eg havi nevnt fyri mongum av mínum vinum, sum eisini skriva yrkingar, at hitt religiøsa hevur skert mítt skrivliga hugflog, men hetta skal ikki misskiljast, tí eg havi eisini skrivað fleiri sálmar og sangir, sum ikki standa í hesum savni, og sum eg persónliga eri serstakliga glaður fyri.

Fyri at siga sum er, havi eg upplivað ein sálarligan ágang, bæði innanífrá og uttanífrá, og einastu ráðini hava verið at yrkt meg burtur úr honum.

Nakrar yrkingar eru týddar úr skandinaviskum málum, men passa eftir mínum tykki inn í hetta savn, tí tær lýsa á ein hátt, hvat ið mær dámar at lesa, og hvat tað er, sum gevur mær íblástur til at skriva. Tær skandinavisku yrkingarnar eru viðmerktar sum umsettar.

“Duld eru døpul mein,” sigur orðatakið. Men vónandi eru hesar yrkingar, sum nú eru komnar í innbundna útgávu, ikki alt ov mystiskar fyri teg, sum lesur.