Hinumegin garðin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 70.00
ISBN: 978-99972-1-162-0
Rithøvundi: William Smith
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 149

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
„Orðini høvdu tamarhaldið á okkum og hildu okkum tilvitað um, at syndansløn var deyðin og ævigt fortapilsi. Eg fekk ein óvissan grið fyri syndini ta løtuna, eg var í sunnudagsskúla, men so skjótt eg fór úr aftur sunnudagsskúlanum, var eg umgirdur av synd og freistingum og var glataður og kanska æviga fortaptur til næstu ferð, eg skuldi í sunnudagsskúla.“

Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heila-spunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur.

Men friðskjólið á markinum millum frelsuna og fortapilsið er inniliga sambandið millum óvitan og ommuna, og í anganum frá kamfurdropum og hennara mutlandi samrøðum við Gud og Jesus finnur óvitin fyribils náðina.


Líka til náðileysa óvissan ger teimum annað greitt.

FYRR : 198,00