Svøltur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-164-4
Rithøvundi: Knut Hamsun
Umsett: Edvard Olsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 214

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Stoltleiki og eyðmýkt í hornatøkum. Neyðin rekur ein mann út hagar, ið øll siðmenning verður skrædlað omanav, og eitt nakið, hungurstungið og fjáltrandi menniskja situr eftir.

Hann hittir eina vælbjargaða gentu, sum ger, at fátæktin verður uppaftur sjónskari og beinleiðis rívur í eyguni.

Hamsun kavar niður í sálardýpið og lýs­ir fepurgyklið hjá manni, ið er heilt úti á ytstu trom. Men kortini vinnur vónin á øllum. Vónin um eitt betri lív sloknar ongantíð.

SVØLTUR er úr enda í annan ein tennandi ferð inn í tilveruna hjá einum menniskja, sum gongur og melur í einum stórbýi á markinum at verða týnt av kørgum korum og tí eirindaleysa dystinum at fáa fótafestið aftur í lívinum.