Av heilum hjarta


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99972-1-163-7
Rithøvundi: Oddfríður M. Rasmusen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 74

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Oddfríður tekur soleiðis til í formælinum: Vit eru eitt tigandi fólk, føroyingar. Tøgnin hevur nógv at siga. Og tá ið vit tosa, eru vit fámælt. Mær dámar ótrúliga væl tað stutta og sigandi orðið. Tað rámandi og tætta orðið. Slitið í orðunum. Gloppið í sekundunum millum orðini. Tað beinrakna orðið, ið eyðkennir okkum føroyingar.

Haiku er japanskt yrkingarlag, sum er hvatskrivað og hevur ein bygnað, sum svarar til innihaldið. Haiku lýsir náttúruna í menniskjanum og menniskjað í náttúruni.

Japanska haiku er býtt í 17 fonetiskar eindir, sum samsvara við okkara stavilsi. Í 19. øld. fær haiku tað heitið, sum tað hevur í dag. Um somu tíð verður haiku á fyrsta sinni borið fram í Evropa. Her hevur haiku fingið tann formin, at eitt haiku er í trimum reglum, og hvør reglan hevur ymisk stavilsi. Fyrsta regla hevur fimm stavilsi, onnur regla hevur sjey stavilsi og triðja regla hevur fimm stavilsi. Innihaldið í einum haiku er eisini hevdbundið. Tað skal skrivast í nútíð og sipar ofta til ein dag, ella eina hending í eini árstíð, og skal (royna at) fanga kjarnuna í eini løtu. Málið við haikunum er at skriva soleiðis, at lesarin óvæntað fær innlit í eitt bragd.

Haiku er ein opin hurð, sum tykist afturlatin. Eitt dýpið, sum tykist grunt. Fá orð um tað mesta.

Fleiri føroyskir yrkjarar hava roynt seg við hesum tekstaslagi, men hetta er fyrsta savnið við upprunahaiku, sum er givið út í Føroyum.

Vónandi fært tú, góði lesari, eitt óvæntað innlit í eitt bragd, eina løtu, eina árstíð og tey innastu kømrini í hjartanum.