Út at ganga


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2001
Prísur: 49.00
ISBN: 9991812725
Rithøvundi: Anna-Clara Tidholm
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 28


samandráttur
Løtan saman við barninum og bókini er nógv verd, og nú er aftur ein nýggj bók komin til tey smæstu. Út at ganga er ein fitt, lítil bók, sum heilt vist fer at geva foreldrum nógvar góðar løtur saman við barninum. Anna-Clara Tidholm hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum.

samandráttur
Lítla barnið veit um tað at fara út at ganga, lata seg í buksur, jakka og stivlar. Vegirnir eru ymiskir: Lítlir, sneiddir, beinir, uppeftir, langir - og allastaðni verður steðgað á og hugt at til dømis hundum, dunnum, gravimaskinum, bilum og so framvegis. At enda gongur leiðin sjálvandi heimaftur. Høvundurin Anna-Clara Tidholm hevur fingið nógvar virðislønir fyri bæði hesa og fyri bókina, ið er skrivað á sama hátt. Hon eitur Banka uppá og kom út fyrr í heyst.