Jón Arason


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-147-7
Rithøvundi: Gunnar Gunnarsson
Umsett: Heðin M. Klein
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 345

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin er um viðgitna og máttmikla katólska biskupin Jón Arason (1484-1550).

Tá ið trúbótin skuldi verða sett í verk í Íslandi eftir danskari fyriskipan, noktaði biskupur at lýða kongs­ins boð og setti seg upp ímóti hesi nýskipan.

Drúgt og hatskt stríð tók seg upp partanna millum. Endin var, at Jón saman við synum sínum Ara og Bjørn varð hálshøgdur á Skálholti ­7. novembur 1550. Henda skemdar­gerð varð hevnd so dyggiliga, at viðhaldsmenn beindu fyri øllum teimum donsku embætismonnum á Bessastøðum tann veturin.


Grundað á hesar ógvisligu lagnur, skrivaði Gunnar Gunnarson hesa skaldsøguna. Hon sigur frá barndómi og ungdómi Jóns, samlívin­um við Helgu Sigurðardóttir, kirkju­liga embæti hansara og ógvisliga stríðnum, sum tók seg upp seinastu árini av lívi hansara.